| |
UMMÆLI
"Sigrun Gunnarsdóttir (f. 1950) tykist vera
heilt fyri seg í føroyska listaumhvørvinum.
Kortini er føroyska mentanarávirkanin greið,
og hennara verk kunnu ikki hugsast úr føroyska
ella norðurlendska samanhanginum. Hon er figurativ í
sínum súmbolska myndamáli, og tað
er lívsins djúpa meining, sum er uppá
spæl. Tað er undurverkið í skapanini,
ofta í skapi av einari elalítlari blómu
ella einum lítlum fugli, sum seta tingini í
perspektiv. Myndevnini eru ofta áleypandi, beinleiðis
og ongantíð uttan støðu. Um tað
er tann einsamalli, ein føðing ella ein gomul
kona við teimum stóru, grovu slithondunum hon
myndar, lýsir verkið av menniskjaligum hita".
"- Verkini hjá Sigrun Gunnarsdóttir eru
forteljandi og full av symbolskum og religiøsum yvirtónum.
Fuglurin, plantan, fjallið, barnið hava verið
fastir episkir súmbolskir vísar í einum
alheimi, sum hevur flutt seg móti dreymakendum og
surrealum sjónarringum. Longsul, syndring, vón
og bjarging hava verið temu".
"Eitt tað mest sermerkta føroyska listafólki
í okkara tíð er Sigrun G. Niclasen. Myndevnini
eru eitt sindur naivistisk í myndamálinum,
og litirnir eru dapurt gráligir. Bæði stílurin
og tað ógvuliga ørkymlandi huglagið,
sum síggjast í verkunum hjá Sigrun,
fáa okkum at hugsa um Giorgio de Chirico (1888-1978),
italienski undangongumaðurin í surrealismuni
og symbolismini. Og á sama hátt sum í
myndunum hjá Chirico, so fata vit uttan hóvasták
innihaldið í myndunum hjá Sigrun, men
hóma beinanvegin eitt metaforiskt lag, sum talar
til tað ótilvitaða. Táið vit hava
hugt at hennara myndum, eru tær sum brendar inn í
sjónina, og vit hava tær við okkum í
huganum í langa tíð eftir".
|
EditRegion1 |